Fjarðafestivalurin í kvøld

Fjarðafestivalurin 2010 er so smátt byrjaður, hóast hann ikki alment verður settur fyrr enn hóskvøldið. Nú - dagarnar frammanundan - er ymiskt virksemi. Í kvøld kl. 19.30 verða tvey sera spennandi og viðkomandi verkskeið á Fjarðafestivalinum. Talan er um verkskeiðið ?So tað hoyrist og sæst? v/ Ásbjørn Berthelsen, og verkskeiðið ?Ljóðtøkni? við Samuel Jacobsen.

 

?So tað hoyrist og sæst? er eitt verkskeið um hvussu vit bera okkara boðskap fram so at tey, sum lurta, hoyra og skilja tað, sum verður sagt.

 

Ásbjørn Berthelsen, er lærari og kórleiðari. Eisini hevur hann upptraðkað og undirhildið við gykli og øðrum fyri børnum og vaksnum í umleið 15 ár. Hann hevur sostatt drúgvar royndir at standa frammanfyri eini fjøld, og veit hvat skal til fyri at miðla ein boðskap á ein áhugaverdan hátt.

 

?Ljóðtøkni? er eitt verkskeið sum nertur við m.a. hesi punkt: Hvat er Ljóðtøkni? Eitt sindur um oyra? Signal processing, Akustik/psyco akustik, Live Sound, Reinforcement, What makes a great sound engineer?

 

Samuel Jacobsen starvast í gerandisdegnum við ljóðtøkni, og hevur nomið sær universitets útbúgving í Englandi innan hetta økið.

 

 

Mikukvøldið kl. 19.30, Heldur Jógvan Zachariasen evnislestur um evnið ?tónleikur og tíðarrák?

 

Verkskeiðini eru ókeypis og øll eru vælkomin.

 

Sí annars meira á heimasíðuni www.fjardafestival.com