Fjarðafestivalurin kunnger gospelkór

Gospelkórið VOX fer at syngja bæði lívligar og eitt sindur stillari kórsangir á Fjarðafestivalinum
VOX hevur verið til í skjótt tíggju ár, og uttan at taka munni ov fullan, so eru tey fremsta gospelkórið í Føroyum í løtuni.

 

Manningin kemur øll úr Heimamissiónini, og síðani tey byrjaðu í 1998, hava tey sungið til møtir, konsertir, festivalar og onnur tiltøk.

 

Kórið, ið hevur staðið á palli við stórum nøvnum sum Etta Cameron og Jesse Dixon, fer at framføra lívlig løg hjá m.ø. Kirk Franklin og Fred Hammond, men eisini meiri friðarlig løg sníkja seg inn á spælilistan.