Fjarðafestivalurin 2009 flytur til juni

Fjarðafestivalurin hevur nú endaliga avgjørt at flyta festivalin í 2009 frá seinasta vikuskifti í august til fyrsta vikuskifti í juni Hetta verður gjørt av ymiskum orsøkum, siga fyriskipararnir í tíðindaskrivi. Ein av teimum er, at tað er lættari at fáa tey stóru amerikansku nøvnini, sum um somu tíð eru í Europa í samband við aðrar festivalar.

Fjarðafestivalurin hevur stórar ætlanir komandi ár og ætlar at borðreiða við tí allarbesta kristna tónleikinum, og kemur sjálvandi at venda sær til eina breiða fjøld av áhoyrarum, verður sagt.