Fjarðafestivalurin 2008

Vælkomin á fjarðafestival

Nú summarið er farið at halla, og flestu summarstevnur og festivalar eru farnar aftur um bak, so kemur Fjarðafestivalurin sum ein sera væl hóskandi endi uppá tey ymisku tiltøkini, sum hava verið í summar. 


Fyri nøkrum árum síðan vóru ein hópur av festivalum runt um í landinum, men av ymiskum orsøkum er fjarðað nógv burturav, so nú eru bert Summarfestivalurin og Fjarðafestivalin eftir. 


Gestir, sum hava vitjað hendan vegin, undrast ofta yvir, hvussu fjølbroytt okkara sangmentan er, og hvussu óførir føroyingar eru at syngja. Hetta er galdandi, bæði tá talan er um kór- og veitslusang. 


Seinnu árini hevur sangur og tónleikur veruliga blómað her á landi. Ungar sangrøddir trína fram á pallin og kunnu gera seg galdandi, ikki bert her heima, men sanniliga eisini úti í stóru verð. Ein festivalur hevur mangan verið ein lopfjøl hjá ungum tónleikarum og ein góður møguleiki at víst fram sín dugnaskap. 


Fjarðafestivlurin hevur nú nøkur ár á baki. Hvørt ár hevur eydnast tykkum at fáa sett saman eina rættuliga fjølbroytta skrá, soleiðis at tað hevur verið nakað fyri øll. Skráin í ár er einki undantak. 


Kommunan fegnast um, at tað aftur í ár hevur eydnast fyrireikarunum at fáa stáplað eitt so stórt tiltak upp á beinini, og vóna vit, at tiltakið eydnast væl og at hetta verður væl vitjað. 


At fyriskipa eitt slíkt tiltak krevur nógva tíð og orku, og eiga fyrireikararnir stóra tøkk og stórt rós uppiborið fyri hetta. 


Eg vil fegin vegna Runavíkar kommunu bjóða øllum gestum hjartaliga vælkomnum á vitjan í Skálafirði, har Keldan enn einaferð er karmur um ársins Fjarðafestival.


Hans Jacob Lamhauge

Borgarstjóri