Fjalsvegur klárur til almenna koyring mánadagin

- Vónandi fer farleiðin at gera ferðsluna í bygdini lættari hjá øllum borgarum, sigur forkvinnan í teknisku nevnd, Anja Haldansen.

Mánamorgunin, hin 21. november, verður Fjalsvegur í Vestmanna klárur til almenna koyring.

 

- Arbeiðið við vegnum byrjaði fyri meira enn hálvum øðrum ári síðan. Sjálvt um arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, eru vit fegin um endiliga at kunna koyra eftir Fjalsvegi.

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu, har vónað verður, at farleiðin fer at gera ferðsluna í bygdini lættari hjá øllum borgarum.

 

Anja Haldansen, sum er forkvinna í teknisku nevnd, takkar vegna kommununa øllum íbúgvunum fyri tolsemi og samstarv, samstundis sum hon ynskir íbúgvunum tillukku við nýggju farleiðini.

 

- Vit takka eisini Articon fyri væl úr hondum greitt arbeiði, sigur forkvinnan í teknisku nevnd hjá Vestmanna kommunu.