Fiskivinna
Í dag landar ísfiskatrolarin Fjalshamar í Klaksvík, meðan “makkarin” hjá honum, Nónhamar, landar í Sørvági.
Skipini eru fyrrverandi Akranes og Dragasund, sum P/F Vesturvón átti, men sum áður vóru heimahoyrandi í Saltangará.
Nú eru tey heimahoyrandi í Klaksvík og eru ein partur av skipaflotanum hjá Kósini, Jóhan Páll Joensen og øðrum.
Tað er Landingarmiðstøðin í Klaksvík, sum landar Fjalshamar, ið hendan túrin selir veiðina um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.
Fult skip
Landingarformaðurin, Pól Fuglø, sigur, at Fjalshamar hevur full kør. Skipið hevur 160 kør, sum taka 280-300 kilo hvørt. Tað gevur eina veiðu, sum liggur millum 90.000 og 100.000 pund.
Eins og hjá ísfiskatrolarunum sum heild, er nógv tann støsti parturin av veiðni hjá Fjalshamri og Nónhamri upsi.
Sum skilst, selir Nónhamar ikki um uppboðssøluna hendan túrin, men beinleiðis til virkið í Sørvági.