Fjallmaður í Funningi fekk skaða

Útvarpið visti á miðdegi leygardagin at siga, at ein fjallmaður í Funningi var áhalsin, tá ið menn vóru á fjalli í morgun.
Maðurin datt í eitt gil og bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrluni.
Tíbetur letur tað til, at maðurin ikki hevur fingið nakran álvarsligan skaða, og leiðarin hjá Eiðis Bjargingarfelag, Eyðbjørn Mørkøre, segði við útvarpið, at tað gekk ógvuliga skjótt hjá tyrluni at koma á staðið og fáa mannin fluttan til Havnar.