Fjallið, sum leyp og flustir leykir

Mynd; Lis Mortensen

Fjallið sum leyp og flustir leykir: Hetta er heitið á jarðfrøði-útferð í sunnara parti av Suðuroy.

 

Útferðin verður leygardagin 7/5-2022.

 

Á útferðini verður vitjað í Fámjin og har síggjast leivdirnar av størsta eldgosinum á landi í Føroyum. Á Ørðaskarði sæst fjallið, sum leyp, og í Hovi sæst hellan, sum sær út sum flustur leykur. Hví hendir slíkt?

 

Á hesi útferð til landsløg í Fámjin, Hovi, Vági, Lopra, Sumba og Akraberg og ein sær, hvussu Føroyar blivu eitt oyggjaland.

 

Byrjað verður við lítlum kaffimunni afturvið einum fyrilestri frá Jarðfeingi í Tvøroyrar skúla kl.10.00. Bussur koyrur av Krambatanga og í skúlan leygarmorgunin.

 

Til útferðina hoyrur matpakki frá Café MorMor.

 

Meira sæst á á heimasíðuni her: https://tvk.atgongumerki.fo/webshop/event/1430421/order/info

 

Koyrt verður við bussi og ferðaleiðarar vera trý starvsfólk frá Jarðfeingi.

 

 

 

Mynd; Lis Mortensen