Vakra umráðið rundan um studentaskúlan í Hoydølum verður karmur um kappingina í fjallasúkkling, sum byrjar klokkan 14. Heitt verður á súkklarar, sum ætla sær at vera við, um at møta ein tíma áðrenn.
Startur og mál eru við fimleikahøllina hjá studentaskúlanum, og annars er teinurin á gøtunum yvir ímóti Boðanesi og gøtunum inni í viðarlundini.
Hetta er ein kapping, sum bæði er fyri unglingar og vaksin. Tey vaksnu súkkla 40 kilometrar og unglingarnir 20 kilometrar.