Fjallasúkklukapping í Viðarlundini

Leygardagin verður fjallasúkklukappin í Viðarlundini í Havn. Tað er Tórshavnar Súkklufelag, sum hevur søkt um loyvi at hava fjallasúkklukapping, og tað hevur felagið fingið loyvi til. Kappingin verður leygardagin millum 11 og 16. Hetta hevur við sær, at Viðarlundin ikki verður opin sum vant, tí bæði børn og vaksin fara at súkkla í stórum pørtum av Viðarlundini. Fólk eru tó vælkomin at hyggja at, um tey bara halda treytirnar, sum fyriskipararnir seta. Høgni Øster, sum skipar fyri kappingini og fyrr hevur luttikið á Oyggjaleikum í fjallasúkkling, fegnast, at tað hevur eydnast at fáa Viðarlundina. – Har er alt skógur, og tað er stuttlig. Og annars vóni eg, at tað verða eini tíggju vaksin og eini tjúgu børn, sum luttaka, sigur høvuðsfyriskiparin.