Klaksvík:
Upprunaliga vóru tað arbeiðsskúrar, men í dag eru skúrarnir blivnir til ein útibarnagarð, sum kann taka 40 børn inn.
Jóhanna Vest greiðir frá, at tey nú eru í ferð við innkoyringina av børnunum.
Innkoyringin verður skipað á tann hátt, at børnini koma í bólkum upp á tíggju at gangin í útibarnagarðin hvønn mánadag, inntil øll 40 eru komin inn.
- Vit hava valt at gera tað á hendan hátt, tí vit meta, tað verða lættari bæði fyri børn og starvsfólk at koma at kennast, tá tað ikki eru so nógv í senn, sigur Jóhanna, sum byrjaði sum leiðari á Fjallafípuni tann 01. august.
Tey fyrstu tíggju komu, sum sagt, mánadagin, men tey vóru á stovninum og vitjaðu hósdagin í farnu viku. Og tey næstu tíggju, sum skulu koma mánadagin vóru so og vitjaðu fyrradagin.
- Tá vóru tey børnini, sum komu mánadagin við til at taka ímóti teimum og vístu teimum runt. Tað riggaði avbera væl, halda vit, sigur Jóhanna.
Hendan fyrsta mánaðin, meðan innkoyringin stendur uppá, ber ikki so væl til at skipa dagarnar í fastar rammur, men Jóhanna sigur, at tá øll børnini eru komin, kemur alt tað upp á pláss.
- Børnini skulu tá verða her klokkan hálvgum tíggju um morgunin, tí vit fara út klokkan tíggju og verða so úti inntil um trýtíðina seinnapartin, tá vit plaga at eta frukt.
Umstøðurnar um stovnin mugu sigast at vera avbera góðar fyri børn. Hann liggur ovarlaga úti í Grøv og rundan um stovnin er stórt øki, har børnini kunnu spæla. Har er ongin sandkassi, men har nógv runa og onkrir stórar hyljar, sum børnunum dáma væl at spæla í. Tey hava eisini gjørt runukøkur. Omanfyri stovnin er bøur ? tað er bøur allastaðni rundan um hann ? har gæs ganga framvið stikinum. Og børnini plaga so at geva gæsnum at eta. Eisini er seyður har í nánd.
- Børnini dáma sera væl at geva gæsnum, tey eru longu byrjað at hava gamalt breyð við, tá tey koma.
Eisini rennur ein á skamt frá stovninum, men har sleppa børnini sjálvandi bert við vaksnum.
- Tað er stik rundan um, so tey sleppa ikki til ánna. Og tað er eisini tað fyrsta vit siga við tey, tá tey koma, at tey mugu ikki fara í ánna at spæla, uttan at onkur vaksin er við.
Sum heitið sigur, so er tað ein útibarnagarður, tað vil siga, at børnini eru úti størsta partin av degnum ? og so at siga í øllum veðri eisini.
Í øllum grimdarregninum hósdagin, fóru tey ein gongutúr heim á fótbóltsvøllin, har tey ótu matpakkarnar.
- Tað gjørdi ikki mun fyri børnini. Tey hugnaðu sær óført, sigur Jóhanna, sum heldur, at útibarnagarðar eru avbera sunnir fyri børnini, tí tey eru so nógv úti.
Ætlanin hjá teimum í útibarnagarðinum Fjallafípan er, at fyrst ganga túrar úti í Grøv og harvið læra seg nærumhvørvið at kenna.
Tað arbeiða sjey fólk í útibarnagarðinum Fjallafípan, umframt Jóhonnu. Stovnurin letur upp klokkan hálvgum átta og steingir klokkan eitt korter til seks.
Børnini, sum eru har eru í aldrinum trý til skúlaaldur.