Tað verður Útibarnagarðurin Fjallafípan, sum í ár fer at røkja barnaansingina í Klaksvík í summarfrítíðini
Av býráðnum í Klaksvík siga tey, at býráðið hevur tikið avgerð um, at barnaansingin í summarfrítíðini í ár verður savnað á einum stovni, sum fer at hava opið í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 20. juli til fríggjadagin 17. august 2009, meðan hinir stovnarnir halda summarfrí.
Hesa tíðina verður Fípan mannað við starvsfólkum frá øllum barnaansingarstovnunum.
Fjallafípan liggur í sera hugnaligum umhvørvi, sum ikki minst kemur til sín rætt um summarið.
- Orsøkin til hesa umlegging av summaransingini er tann, at royndirnar hesi seinastu árini vísa, at sera fá foreldur gera brúk av møguleikanum fyri ansing í summarfrítíðini, við tí úrsliti, at fleiri stovnar hava verið yvirnorméraðir við starvsfólkum í summarfrítíðini, siga tey av býráðnum í Klaksvík.