Fjalla­súkklar­arnir skulu á landsliðið

Tríggir fjallasúkklarar skulu umboða Føroyar á Oyggja­leikunum í summar. Úttøku­kapping verður í dag

Tað eru tríggir fjallasúkklarar, sum skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í tveim­um kapp­inginum. Úttøku­kapp­ingin verður í dag, 20. apríl. Tað verður súkklað kring viðar­lundina í Hoydølum.
Á Oyggjaleikunum verður kappast í bólkunum MTB Criterinum og MTB Cross Country. Súkklararnir kappast bara í hesum seinna bólkinum í úttøku­kappingini í dag.
Munurin á kappingunum er, at tað verður súkklað í ein góðan tíma á MTB Criterinum. MTB Cross Country tekur van­liga millum tveir og hálvan­triðja tíma.