Fjall skal eita eftir Putin

Stjórnin í miðasiatiska landinum Kirgisistan hevur lagt eitt uppskot fyri tjóðartingið um at kalla eitt fjall upp eftir russiska forsætisráðharranum, Vladimir Putin. Fjallið, sum er 4.446 metrar høgt, er í Tian Shan-fjallarøðini, og verður uppskotið samtykt, skal fjallið eita Vladimir Putin Tindurin.

Kirgisiski forsætisráðharrin, Almasbek Atambajev, hevur skrivað undir lógaruppskotið, men tað kemur kortini ikki í gildi, fyrr enn tingið hevur samtykt tað.

Putin er ikki tann fyrsti russiski leiðarin, sum leggur navn til eitt fjall í Kirgisistan. Eitt fjall har eitur eftir fyrrverandi forsetanum Boris Jeltsin. Eygleiðarar siga, at kirgisiska vælvildin er ætlað at vísa, hvussu gott samband landið hevur við Russland og russar, skrivar AFP.