Kanadiski trolarin Newfoundland Lynx er nú á veg til lands í Ný Funnalandi, eftir at manningin kom eftir, at trý loynilig ferðafólk høvdu fjalt seg umborð á skipinum. Tey munnu vera komin umborð á trolaran, meðan hann lá við bryggju í Íslandi á veg til Kanada.
Kanadiska tíðindatænastan VOCM skrivar, at talan er um tveir menn og eina kvinnu, men tað er ikki greitt, hvørjum landi tey eru úr.
Ein talsmaður fyri kanadisku innflytaramyndugleikarnar sigur, at teir fara at taka sær av teimum trimum, so skjótt trolarin er komin í havn.