Fjaldu olympiska kyndilin

Kyndilsberararnir sníktu seg ígjøgnum San Fransisco við OL-kyndlinum, so fleiri túsund fólk, sum vóru komin at síggja kyndilin, fingu ikki eyga á hann Býráðið í San Fransisco valdi at avlýsa eitt tiltak, sum skuldi vera á havnarlagnum í býnum, eftir at tann olympiski kyndilin var borin ígjøgnum býin.

Orsøkin er, at býráðið ber ótta fyri mótmælum og ófriði, og hesin óttin fekk eisini býráðið at biðja kyndlaberararnar fara ein annan veg ígjøgnum býin enn upprunaliga ætlað.

-Vit kundu ikki veita vissu fyri fyri trygdini hjá kyndlinum og fólki, og tí broyttu vit ferðina, sigur borgarstjórin í San Fransisco, Gavin Newsom, við Reuters.

San Fransisco er tann einasti býurin í USA, sum fær vitjan av tí olympiska kyndlinum á hesum sinni. Haðani fer kyndilin við flogfari til Buenos Aires í Argentina.