Tá løgreglan í danska býnum Helsingør fór at rannsaka eini hús í býnum í sambandi við illgruna um kriminalitet, kom ein av løgreglumonnunum fram á eitt barn, sum lá fjalt undir einum teppi úti í bilhúsinum.
Løgreglan varskógvaði alt fyri eitt kommununa, men har vistu tey einki um barnið. Talan er um ein drong, sum er um fýra ára aldur, og hann er nú tikin frá foreldrunum. Helsingør Dagblad skrivar, at hjúnini eiga seks onnur børn, sum myndugleikarnir hava tikið frá teimum. Sum skilst er drongurin ikki skrásettur nakrastaðni, hóast tað er skylda foreldranna sambært lógini.
Hjúnini eru skuldsett fyri misrøkt. Undir rannsóknini funnu løgreglumenninir 340.000 krónur í reiðum peningi, og teir hevur skattavaldið nú fingið.
Helsingør Dagblad skrivar, at hjúnini eru av donskum uppruna.