Í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um stuldur frá einum manni. Hann meinti, at ein navngivin maður hevði stolið 1.500 krónur og eina fløsku av brennivíni frá sær.
Løgreglan kom á staðið og har nærindis funnu teir navngivna mannin, sum fjaldi seg. Hann noktaði seg sekan, men løgreglan fann 1.400 krónur í undirbuksunum á manninum og brennivínsfløskan varð eisini funnin.
Hetta er aðru ferð hesa vikuna, at maðurin hevur stolið frá sama manni, men í báðum førum er stuldurin uppdagaður og maðurin tikin.
Maðurin er leyslatin aftur og fær væntandi eina bót fyri stuldurin.