Rætturin í bretska býnum Swansea dømdi í gjár ein 18 ára gamlan drong sekan í kynsligum ágangi. Hann hevði fjalt eitt tráðleyst vevmyndatól inni í einum vekjara, sum hann so gav einari kvinnu, sum hann kendi. Kvinnan hevði vekjaran í kamarinum, og umvegis internetið kundi tann 18 ára gamli so halda eyga við henni í teldu síni, tá hon var inni í kamarinum.
Nakað seinni fekk kvinnan sms-boð, sum millum annað snúðu seg um klæðini, sum hon gekk í. Hon boðaði løgregluni frá, og inni í kamari hennara fann løgreglan vevmyndatólið í vekjaranum. Tá løgreglan fór heim til tann 18 ára gamla mannin, fann hon fleiri túsund myndir og kykmyndir av kvinnuni.
Tann 18 ára gamli játtaði seg sekan. Dómarin gjørdi av, at hann skal sita 18 mánaðir í fongsli, og at navn hansara skal standa á listanum við kynsligum ágangsmonnum tey næstu 10 árini.