Ungi maðurin, ið morgun varð førdur fyri dómara, tí illgruni var um, at hann hevði smugla rúsevnir til landið við at krógva tey innvortis, bleiv fyri løtu síðan leyslatin eftir, at kanningin á Landssjúkrahúsinum staðfesti, at maðurin ikki fjaldi nøkur rúsevnir.
Les eisini: Mistonktur fyri innvortis smugling
Ungi maðurin bleiv handtikin í gjár, tá hann kom til landið, tí illgruni var um, at hann hevði krógvað rúsevnir innvortis. Tá ungi maðurin ikki ynskti á samstarvið við tollvaldið, við at lata seg kanna á sjúkrahúsinum, bleiv hann handtikin og førdur fyri dómara í morgun.
Í rættinum upplýsti verjin, at tann skuldsetti nú ynskti at samstarva og lata seg kanna, men kortini gav dómaranum ákæruvaldinum viðhald og staðfesti, at løgreglan kundi varðhaldsfongsla unga mannin í trý døgn, um tørvur var á tí.
Men eftir at hava verið ein túr CT-skannaranum gjørdist greitt, at ungi maðurin segði satt fyri løgregluna og tollvaldinum, tá hann segði, at hann var ósekur. Tískil bleiv hann leyslatin eftir kanningina.