Fjaldi 9 tons av gulli

Myndugleikarnir í Kili vilja vera við, at fyrrverandi einaræðisharrin Augusto Pinochet hevur fjalt 9 tons av gulli í Hongkong.


Fleiri av teimum stóru bløðunum í Kili leggja nú fyrrverandi einaræðisharran undir at hava stolið 9 tons av gulli frá tjóðbankanum og sent tað av landinum. Verjin hjá Pinochet avsannar tíðindini og sigur, at Pinochet eigur ikki annað gull enn ringin, sum hann keypti, tá hann bleiv giftur.

Men hetta er eftir øllum at døma ikki allur sannleikin. Kilski uttanríkisráðharrin, Alejandro Foxley, váttar fyri bløðunum La Natión og El Mercurio, at stjórnin hevur leingi verið vitandi um, at Pinochet hevur nógv gull liggjandi í goymlsuni hjá bankanum Hong Kong and Shanghai Banking. Sum skilst er gullið einar 900 milliónir krónur vert.

Ákæruvaldið í Kili hevur leingi arbeitt við at skráseta ognirnar hjá fyrrverandi einaræðisharranum, men tað hevur víst seg at vera trupult, tí eftir øllum at døma flutti hann pening og annað av landinum, áðrenn hann fór frá. Gullið í bankanum í Hongkong er partur av hesum, og nú hevur kilska stjórnin kravt, at hald verður lagt á gullið í bankanum, skrivar AP.