Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
Løgtingsins formansskapur stendur neyvan einsamallur aftan fyri ætlanina av byggjan løgtingshúsum á Eystaruvág. Tað skuldi verði løgið, um ikki kransakøkufigururin í einum øðrum formansskapi í gannalagnum hevur ein leiklut í húsahandlinum, sum gerast skal.
Í útvarpinum vistu tey í tíðindasendingini kl. 18 fríggjakvøldið at siga, at býráðið í Havn var kallað saman í sambandi við eitt hastimál. Hetta snúði seg um at keypa løgtingshúsini við Tinghúsvegin, tí nú skuldi eitt nýtt byggjast á Eystaruvág fyri 122 mió. kr.
Eg kann upplýsa, at hetta var ikki nakar býráðsfundur, sum útvarpið segði, men ein innbjóðing til eina framløgu í sambandi við, at løgtingið hevði gjørt eina ætlan um at byggja nýtt løgtingshús á Eystaruvág í Havn.
Sama framløga var nakrar tímar undan sýnd løgtingslimum, beint eftir at teir høvdu avgreitt seinasta málið og vóru í ferð við at ynskja hvør øðrum eitt gott summar.
Á sama hátt sum flestu løgtingslimir sótu sum Kánus, tá teir vóru kunnaðir hesa ætlan, uttan floksformenninir og formansskapurin í Tinginum, men klappaðu, tá hon var liðug, sótu eisini nøkur okkara og gapaðu, tá Palle Gregoriussen, arkitektur, framlegði ætlanina í býráðssalinum.
Nú vóru vit ikki so nógv, bara sjey býráðslimir, tríggir deildarleiðarar, kommunustjórin og so ein fyrrverandi býráðslimur og borgarstjóri og núverandi løgtingsmaður, Poul Mikkelsen, sum til stuttleikar kom inn at vitja okkum hesa løtuna. Hann var sum so eisini kunnaður um hetta.
Har er einki óført
Arkitekturin hevði eftir áheitan frá formansskapinum í Løgtinginum teknað ein høgan og snøggan bygning úti á Eystaruvág, millum Kongabrúnna og Bursatanga. Eg haldi, hann var trimum hæddum. Har manglaði einki.
Viðgangast má, at hann var sera vakur.
Undir bygninginum, niðri í sjónum, var sprongt út til ein undirsjóarparkeringskjallara til 52 bilbásar.
Og so gekk ein høg bogakend brúgv allan vegin uppum skip og sjógv yvir á Tinganes.
Byggitíð 36 mánaðir. Kostnaður 122 mió kr. - við øllum. Nei ikki rættiliga øllum. Tí arkitekturin hevði teknað eitt fleiri metrar høgt listaverk í litføgrum glari á økinum áraka Bursatanga.
Tað kann Tróndur Patursson kanska sleppa at gera, helt hann. Men tað var bara tað, listamaðurin visti einki um hetta annað enn tað, sum arkitekturin leysliga um telefon líka hevði greitt honum frá og sum kundi verði eitt hugskot.
Parkeringshús í trimum hæddum
Einki serligt var nevnt um tann handil, ið útvarpið annars visti at siga frá hetta sama kvøld, nevniliga at Tórshavnar býráð lá framvið at keypa umvældu og nýístandgjørdu Tinghúsini, tá løgtingið einaferð flytur inn í nýggja bygningin á Eystaruvág.
Tað kann væl hugsast, at tað er onkur í Tórshavnar býráð, ið hevur havt ein fingur við í spælinum um hesa ætlan, tá tíðindini bórust um áhugan hjá Tórshavnar býráð at keypa gomlu løgtingshúsini.
Tí á tekningini er alt parkeringsøkið á Eystarubryggju undir Bumshamri gjørt um til eitt innilokað parkeringshús. Tá nýggju løgtingshúsini skulu vera í trimum hæddum, so skal parkeringshúsið hjá býráðnum við pláss fyri meiri enn trý hundrað bilum eisini vera í trimum hæddum. Minni kann ikki gera tað.
Tað er neyvan formansskapurin í løgtinginum, ið hevur biðið um ta ætlanina! Og løgtingið fer neyvan heldur at gjalda ta rokningina!
Hvør tað so kann vera, sum hevur biðið um at fáa eitt parkerkingshús á Eystarubryggju, kunnu fólk sjálvi gita. Tann, sum gitir rætt, fær ongan vinning, men eina feita rokning til ta tíð. Tað sama fáa øll hini, sum ikki gita rætt.
Spælið aftan leiktjøld
Í mínum hugaheimi var ætlanin við snar-innbjóðingini fríggjakvøldið til býráðslimir í sambandi við framløguna av nýggju løgtingshúsunum á Eystaruvág ein kunning um, hvat vit kunnu vænta okkum av umsóknum í sambandi við byggiloyvir og broyting av byggisamtyktum á økinum á Kongabrúnni, Eystaruvág og har umleiðir. Tað verður ikki lætt. Eystaravág hevur einki matrikulnumnar á sjónum til at byggja løgtingshús ella nakað annað á.
Tað skínur ígjøgnum málið, at undan fyrireikingunum til nýggja løgtingshúsið, hevur formansskapurin í løgtinginum, sum plágast av umbyggingarskriða, havt eitt ávíst samstarv við kransakøkufigurin í formansskapinum Tórshavnar býráð um at keypa løgtingshúsini við Tinghúsvegin fyri einar 100 milliónir krónur.
Men tað vita vit aðrir býráðslimir bara einki um.
Og hvør situr eftir við rokningini? Tú og eg.
Allir føroyingar sleppa at gjalda til nýggja løgtingshúsið á Eystaruvág, men mugu fyrst gjalda fyri allan sirkusbygningin við Tinghúsvegin, og hann er ikki liðugur enn. Aftrat hesum skal leggjast rokningin, sum áløgd verður hvørjum borgara í Tórshavnar Kommunu fyri keypið av nýggjum býráðshúsi.
Hetta verður sanniliga eitt dýrt fornøyilsi.
Tá borgarstjórin spurdi Palla Gregoriussen, arkitekt, hvat løgtingslimirnir søgdu til projektið, og fekk at vita, at teir klappaðu, mælti hann eisini okkum at klappa. Tað gjørdu vit so.










