Fleiri føroyingar eru staddir í Keyna, har umfatandi ófriður er í løtuni.
Í farnu viku var forsetaval í Kenya, og myndugleikarnir siga, at verandi forseti varð afturvaldur. Andstøðan tvíheldur um, at talan var um grovt valsvik og vil ikki viðurkenna valúrslitið. Avleiðingin av politisku ósemjuni hevur verið ógvusligur ófriður kring landið, og minst 150 fólk eru deyð í stríðnum seinastu vikuna.
- Støðan í Kenya er rættuliga nógv broytt seinastu dagarnar, og hesar dagarnar hava vit kent okkum fremmand í landinum, siga Malena og Jens Meitilberg, sum eru stødd í Kenya.
Barnaheim og skúli
Malena og Jens Meitilberg arbeiða hjá einum donskum trúboðarahjúnum í býnum Nakuru, sum er fjórðstørsti býurin í Kenya. Við teimum er eisini sonurin Josva.
Føroysku hjúnini virka á einum barnaheimi í slumøki í býnum, og eini 90 gøtubørn og foreldraleys búgva á barnaheiminum.
Á barnaheiminum er eisini skúli upp til 8. flokk, og á hesum skúla ganga 550 næmingar, sum flest allir koma frá tí fatæka økinum í býnum. Umframt skúlagongdina fáa børnini eisini mat tvær ferðir um dagin, og fyri mong av børnunum er hetta einastu máltíðir, tey fáa.
Barnaheimið bjóðar eisini kreppuhjálp til ungar kvinnur, ráðgeving verður latin, og roynt verður at stuðla børnum og ungum í at fáa sær eina útbúgving.
Jens stendur fyri at gera eitt verkstað, har ungir dreingir kunnu fáa upplæring í smiðjuarbeiði, og Malena arbeiðir mest við at finna stuðlar til arbeiðið við børnunum.
Serstakt nýggjár
Malena og Jens Meitilberg hava roynt at hildið nýggjár undir truplu umstøðunum í Kenya, men tað bar illa til.
- Nýggjársaftan var ikki ein tann einasta rakett at síggja ella nakað fýrverk at hoyra. Púra einki. Á midnátt fóru vit tó út á altanuna fyri at skjóta okkurt, sum vit høvdu liggjandi, men tað var eitt sindur tankaleyst. Grannin kom og flúgvandi út úr húsinum, tí hann helt, at onkur var komin at skjóta tey, greiða tey frá.
Gerandisdagurin er eisini blivin ein heilt annar, enn hann hevur verið.
- Tað er serliga i Nairobi, Mombasa og Kisumu har mest ófriðarligt hevur verið. Útgongubann eru sett í verk í Kisumu, og hvar verður sagt, at fólk verða skotin, um tey fara út. Nú er ófriðurin eisini komin til Nakuru, og her eru fleiri hús brend í grund. Vit sóu stóran eld nýggjársaftan, og fleiri fólk er dripin og onnur særd. Larmur og rópan var at hoyra nýggjársnátt.
- Í fátækraøkinum hava bandar herjað, og har vóru fólk hálað út úr húsunum og bukað. Fólk hava sovið uttandura, tí tey óttast at eldur verður settur á teirra heim. Okkara vaktarmaður, sum skuldi koma nýggjárskvøld, bleiv álopin á veg til arbeiðis.
Lítið av mati
Undantaksstøða er í Keyna, og tað ávirkar allar partar av gerandisdegnum.
- Her eru allir handlar stongdir nú triðja dagin á rað, og politi og hermenn eru í gøtunum. Fólk her hava ikki køliskáp ella frystara, tey keypa bert inn til ein dag í senn, so her fer matur skjótt at ganga undan. Einki fæst í løtuni, hvørki breyð ella mjólk. Skúlin hjá Josva skuldi verið byrjaður, men tað er útsett.
- Vit hava fingið at vita frá donsku ambassaduni, at vit skulu halda okkum innandura, so vit hava kent okkum sum fangar í okkara heimi, men vit hava tað gott, siga tey.
- Vit eru skrásett hjá ambassaduni í Nairobi, og tey geva okkum neyðug boð um støðuna, og um nøkur stig verða tikin.
Seks føroyingar
Umframt familjuna Meitilberg eru eisini tríggir aðrir føroyingar í Kenya, sum tey vita um.
- Hallgerð Simonsen og maður hennara Hendrik Olsen arbeiða og hjálpa til her í 6 mánaðir, og Mia Jacobsen tekur ein part av síni starvsvenjing á Kreppumiðstøðini.
- Vit hava tað øll gott, vit føroyingar og øll børnini á heimunum. Men vit eru líkasum í eini bíðustøðu, tí vit vita ikki hvussu støðan fer at broytast.
- Í slíkari støðu er gott at kenna seg tryggan hóast alt, tí vit leggja alt okkara lív og trúgv í, at Jesus Kristus setur einglavagt um okkum.
- Vit heilsa serliga okkara børnum, familju, vinum, samkomu og øllum føroyingum við ynski um eitt gott og vælsignað nýggjár. Takk um tit vilja minnast til okkum í bønum tykkara, serliga fyri støðuni, sum nú er, siga Malena og Jens Meitilberg.










