Fjúsið er stutt í Italia

Venjarin hjá Torino hevur fingið sekk tríggjar dagar undan fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum

Tað gongur ofta skjótt upp og niður í fótbólti, og tá ið tað snýr seg um venjarar, er fjúsið hjá leiðslunum í fótbóltsfeløgunum ofta stutt.
Tað má venjarin Gianni De Biasi sanna, nú hann hevur fingið sekkin í italska felagnum Torini áðrenn kappingin yvirhøvur er byrjað.
De Biasi hevur verið í hornatøkum við formanninum í felagnum, og tá ið liðið samstundis hevur fingið vánalig úrlit í venjingardystum undan kappingini, hevur leiðslan í Tornio sagt venjaran úr starvinum.
Nýggjur venjari er longu funnin, og tað er Zaccheroni, sum áður hevur vant feløg sum Lazio, Udinese og AC Milan. Fyrsta uppgávan hjá honum er dystur ímóti Parma sunnudagin.
                       
Landsliðsvenjarin givin
Úrslitini í EM-dystunum hava havt ta avleiðing, at landsliðsvenjarin hjá Bosnia-Herzogovina, hevur sagt upp. Bosnia spældi ímóti Ungarn mikukvøldið og tapti 3-1.
- Eg havi sagt upp av moralskum orsøkum. Eg geri tað tíðliga í EM-kappingini, og avloysarin hjá mær kann gera nakað við liðið, sigur Blas Sliskovic.
Sliskovic hevur vant bosniska landsliðið í fýra og eitt hálvt ár.