Fjøruti ár við V4 á fløgu

Í ár eru 40 ár liðin, síðan Útvarp Føroya fór undir V4. Og í hesum sambandi vil Kringvarpið heiðra øll tey mongu, sum hava verið við til at gera V4-sendingarnar. Kringvarpið eigur einar 50-100 tímar við undirhaldi frá V4-sendingum, og ein partur av tí er at finna á hesum fløgum.

 

- V4 hevur havt sera stóran týdning fyri okkum føroyingar. Talan var um framúr gott skemt og undirhald. Útvarpið fekk bestu yrkjarar, tónleikarar og skemtarar at luttaka. Umframt hesi slapp øll tjóðin upp í part, tí ferðast varð kring landið. Føroyingar sótu rúnabundnir antin við hús ella saman við V4-manningini. Soleiðis skrivar Tórður Johannesarson í tíðindaskrivi frá Kringvarpinum í sambandi við fløguútgávuna.

 

Í fløguhúsanum eru fýra fløgur við yvir fimm tímum við skemti og táttum frá V4. Heili 50 tættir eru, sum verða sungnir av m. a.: Hermanni, Flemmingi, Eyðuni, Kára, Roberti, Oskari og mongum øðrum. Til at spæla undir hjá sangarunum eru m.a.: Svenn, Simme og Poul. 25 stuttligir skemtileikir eru eisini við eitt nú Hera, Oskari, Olivari, Óla Kurt, Elini og Hermanni.

 

- V4-sendingin hevur givið føroyingum ógvuliga nógvar góðar upplivingar. Vónandi taka øll væl ímóti hesi útgávuni, nú tað eru 40 ár síðan, at V4 varð sent fyrstu ferð, skrivar Kringvarpið.

 

Tað eru Elin Brimheim Heinesen og Tórður Johannesarson, sum hava samskipað arbeiðið. Martin Joensen hevur gjørt húsan, og Finnur Hansen hevur reinsað bondini. Súni Selfoss og Tórður hava talgildað. Garasjan við Jóannesi Jakobsen hevur margfaldað fløgurnar.