BUFFET
Hann er royndur í leikum á sínum øki. Útbúgvingina sum kokkur tók hann á Hotel Hafnia, og hann hevur bæði starvast sum kokkur í Føroyum og í Danmark. Seinastu tvey árini, áðrenn tók við starvinum í Fjørukrónni um hálvan apríl, sigldi hann í tvey ár sum hovmeistari við Norrønu.
Góð buffet
Nú bátastevna verður í Vestmanna í vikuskiftinum, bjóðar Fjørukrógvin buffet leygarkvøldið.
- Hetta verður ein góð buffet við eitt nú oksakjøti, høsnarunga, salati, góðari suppu og desert – og eisini verður okkurt kalt at fáa, sigur Rúni Djurhuus, kokkur.
Hann leggur aftrat, at tað kennist sum ein stór avbjóðing at hava átikið sær at lyfta Fjørukrónna upp á eitt hægri støði.
- Eg fari at byggja á tað, sum hevur verið, men málið hjá okkum er at gera tað enn betri og meiri forvitnisligt, enn tað hevur verið áður.
Rúni sigur, at uppgávan hjá honum á Fjørukrónni í fyrsta lagi verður at taka sær av døgurðanum – og síðan at gera salat og sandwich til kvøldini.
- Eg eri einsamallur kokkur, men tá nógv er at gera, havi eg góð fólk at hjálpa mær, bæði í køkinum og við tænastuni. Vanliga manningin á Fjørukrónni er annar kokkur og tænari.
Aftur í land
Rúni sigur, at honum dámdi væl umborð á Norrønu, men eftir at hava siglt í tvey ár, hevði hann hug at koma í land aftur.
- Tá eg so fekk bjóðað arbeiði á Fjørukrónni í Vestmanna, tók eg av, og nú vil eg royna at gera mítt besta, sigur Rúni Djurhuus.









