Fjúrtandi trolarin til fiskiskap

Trolarin, sum hetlendingar herfyri seldu til íslendsku fyritøkuna Samherji, er nú farin til fiskiskap. Talan er um trolaran Serene, sum nú ber heitið Margrét.

Blaðið Shetland Times skrivar, at reiðaríið Samherji eigur 14 stórar trolarar, sum m.a. eru keyptir úr Týsklandi, Grønlandi, Bretlandi  og Føroyum.
Serene er annar trolarin sum Samherji keypir úr Hetlandi. Hann kemur ístaðin fyri ein annan og eldri trolara, sum ikki er til fiskiskap longur.