Fjúrtan verkætlanir í Listaleypinum

Skúlaárið 2017-18 er Listaleypurin á tremur við verkætlanum við professionellum listafólkum, sum vitja skúlar í Føroyum

skúlaárið – 2017-18 – er Listaleypurin á tremur við forkunnugum verkætlanum við professionellum listafólkum, sum vitja skúlar í Føroyum.

Hetta skrivar Skúlablaðiðá síni heimasíðu.

Fyrsta listagreinin er sjónleikurin Rúmdarferðin hjá Chappari, sum verður spældur í bussi á skúlaøkjum frá 23. til 27. oktober. Seinasta listagreinin er Sagnir og ævintýr, sum er sjónleikur og tónleikur. Sagnirnar og ævintýrini ganga frá 16. apríl til 4. mai næsta vár.

 

Hesa ferð rúmar Listaleypurin til samans 14 verkætlanum. Av teimum eru tvær økislistafólk, tey rópa, við listafólkum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi, Belgia, Bretlandi, Kanada og Australia.

 

 

Listirnar fevna víða, frá tónleikaframførslum til interaktivar sjónleikir, bussframførslu, kórlæru, til filmsverksmiðju og myndaverksmiðju og eksperimentarandi framførslur við rættiliga alternativum ljóðførum umframt rokkar og karðar og onnur amboð úr fornari føroyskari tíð. Hetta eru alt listagreinir, ið fevna um forskúla og allar flokkar í fólkaskúlanum.

 

 

Tiltakið Økislistafólk, ið er eitt slag av House Artists-prosjekti – húsalistafólk – gevur børnum og ungum innlit í og royndir við at arbeiða við list saman við einum professionellum, virknum listafólki. Hetta skúlaárið eru evnini so eksotisk og víðfevnd sum grønlendskur maskudansur og interaktiv sansaleiklist.

 

 

Undangongukvinnan, teaturpedagogurin Hedvig Westerlund-Kapnas smíðaði Listaleypin í 2008, og í leypinum er hvørt ár møguleiki hjá næmingum og lærarum í forskúla og fólkaskúla at uppliva eitt fjølbroytt úrval av dygdargóðari yrkislist.

 

 

Í løtuni er Gunnvá Zachariasen, yrkisleikari, samskipari og verkætlanarleiðari hjá Listaleypinum, skrivar skulabladid.fo millum annað,