Allr fýra fjóðringsfinalur í Europa League verða leiktar í kvøld.
Eins og í Champions League hevur eitt land trý lið við millum átta tey seinastu, men meðan tað er Spania í CL, er tað Ongland í Europa League.
Tá komið er so langt í kappingini, verður ikki hugt at, hvørjum landi liðini koma frá, ella um tey møguliga hava hitst í bólkaspælinum. Kortini sluppu bæði tey sponsku liðini í Champions League og tey ensku í Europa League at møta hvørøðrum.
Fyrru fjóðringsfinalurnar síggja soleiðis út:
Benfica-Newcastle
Chelsea-Rubin Kazan
Tottenham-FC Basel
Fenerbache-Lazio
Allir dystirnir byrja klokkan 20.05, men kunnu ikki síggjast á rásunum hjá Televarpinum. Hinvegin ber tikl at streama á eitt nú FirstRow Live Football Stream.










