Í fjør var smekkfult av fólki á Eiði

Eiðis kommuna stuðlar heystfagnaðinum við 100.000 krónum um árið, og hetta fer til útreiðslur av ymiskum slag.

- Her verður seyðasýning, flettikapping, kúgv verður flett, og her verða konsertir við kendum nøvnum, føroyskur dansur og um náttina verður góður enskur dansur - fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni.

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sigur, at heystfagnaðurin er eitt so bygdasligt tiltak, sum yvirhøvur ber til, har høvi eisini er hjá almenninginum at royna tøving, liting av tøvdum og gera myndir og ymiskt annað burtur úr hesum.

 

- Eisini verður høvi at gera smúkkur eftir egnum ynski til sín sjálvs burtur úr horni, og bæði við tøving og horni verða fólk til hjálpar.

 

Borgarstjórin vísir á, at her verður eingin fótbóltur á skrá, og her eru eingir klovnar, sum hann tekur til.

 

- Í staðin sleppa børnini at hoyra søgur og sagnir, og kanska verður onkur frásøgn um, hvussu tað var í gomlum døgum. Her verður eisini ein villingarrætt - ella labyrint - til børnini við ymiskum spennandi og forvitnisligum inni í.

 

Jógvan í Skorini sigur, at Eiðis kommuna stuðlar heystfagnaðinum við 100.000 krónum um árið, og hetta fer til útreiðslur av ymiskum slag.

 

- Í fjør eydnaðist leygardagurin so avbera væl. Hetta gjørdist ein av bestu døgum á árinum, og her var smekkfult av fólki, sigur borgarstjórin, sum vegna Eiðis kommunu bjóðar øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til bygdar.