Fjørðuvegurin má koma nú

Sambært íbúgvaratal rokni eg við, at Klaksvík eru flest bilar og hartil ferðsla.

John Sigurd Joensen

Valevni á Javnaðarlistanum í Klaksvík



Í Klaksvík eru fleiri bilar pr. húsarhald. Serliga er ferðslan stór eftir Klaksvíksvegnum og norð eftir Biskupsgøtu, ja heilt norð á Kósina.

Eg haldi ikki at eg taki feil. Í samband við miðbýarætlanina, er ein sokallaður fjørðuvegur á vestursíðuni. Vegurin skal ganga frá sandinum og út á keiina. Mær vitandi hevur býráðið keypt neyst upp í hesum sambandi. Nú haldi eg at tað er tíð uppá, at hesin vegurin verður gjørdur. Sum sagt, er so nógv ferðsla eftir Klaksvíksvegnum, at t.d. fríggjadag er næstan ikki framkomandi. Um vit gjørdu fjørðuvegin hevði hetta lætt nógv um tað nógvu ferðsluna eftir Klaksvíksvegnum.

Ein loysn hevði verið at gjørt vegirnar einsrættaðar, soleiðis at um tú skal úteftir skal tú eftir fjørðuvegnum, ella eisini umvent. Við góðum vilja finna vit út av tí, hvønn veg ferðslkan skal fara. Hetta vil eg arbeiða fyri.

Gott val.