Vit hava neyvan varnast tað, men tey seinastu 25 árini er djóratalið í heiminum minkað ein heilan fjórðing. Tað er niðurstøðan, sum bretski stovnurin Zoological Society of London og Heimsnáttúrugrunnurin WWF hava gjørt burtur úr einari drúgvari frágreiðing um djóralívið á Jørðini.
Í frágreiðingini verður greitt frá støðuni hjá umleið 1.400 ymsum djórasløgum og gongdini hjá teimum í árunum frá 1970 til 2005. Niðurstøðan er, at tað eru serliga djór, sum liva í og við feskt vatn, sum líða, og at 29 prosent av hesum djórasløgunum eru horvin tey seinastu 25 árini. Frágreiðingin vísir eisini, at tað eru sera ymisk djór, sum líða í hesum árum, og nevnd verða so ólík djór sum afrikanskar antilopur, svørðfiskur og hamarahávur.
Ávirkar mannaættina
Um orsøkina til gongdina í djóraheiminum sigur frágreiðingin, at menniskjan eigur høvuðsorsøkina. Vit dálka verri, fiska- og djórastovnar verða ov hart troyttir, og alt ov mong fólk vilja sleppa at búgva í býum, sum ger, at minni pláss er til djór og náttúruna sum heild.
Tað er ikki bara djóraheimurin, sum verður ávirkaður av, at so nógv djórasløg doyggja út, tí hendan gongdin ávirkar eisini mannaættina, sigur aðalstjórin í WWF, James Leape, við BBC.
-Eingin sleppur undan avleiðingum, tá margfeldið í heimsins djóralívi minkar. Eitt nú skerjir tað okkara møguleikar at verja okkum ímóti sjúkum, sigur hann.
Men eitt gott tekin er, tí tað vísir seg, at færri djórasløg eru horvin tey seinnu árini, og tað taka granskararnir sum eitt tekin um, at arbeiðið at verja umhvørvið hevur borið ávøkstur.










