Fjórðingsfinalurnar verða millum jólanna

Orsøkin er, at ikki øll neyðug atlit vórðu viðgjørd, tá ið skráin varð broytt 9. desember. M.a. at landsliðsvenjing er annað jólakvøld, sunnudagin 26. desember.

 

Úrslitið av viðgerðini er, at avgerðin, sum varð kunngjørd 9. desember, um at fjórðingsfinalurnar í Coca-Cola Cup kappingini skuldu spælast s 26. og 27. desember, verður tikin aftur og at skráin nú er henda:

 

SUNNUDAGIN 26.desember (annað jólakvøld):

14.00 Landsliðsvenjing menn á Hálsi

17.00 dystur U20 landslið móti A-landsliðnum

 

TÝSDAGIN 28. desember: Coca-Cola Cup 1/4 finalur kvinnur.

 

MIKUDAGIN 29. desember: Coca-Cola Cup 1/4 finalur menn

 

HÓSDAGIN 30.desember:

A/U landslið til roynd

10.30-12.00 : U15 ge.

12.00-13.30 : U15 dr.

13.30-15-00 : U18 ge.

15-00-16.30 : U18 dr.

16.30-18.00 : A-kvinnur

18.00-19.30 : A-menn.

Høllin á Hálsi/ Tórsbreyt

 

FRÍGGJADAGIN 31.desember

A-landslið menn til roynd,

10.00-12.00 : A-menn,

Høllin á Hálsi/ Tórsbreyt