Fjórðingsfinalur hjá monnum í morgin

Teir fýra hálvfinalistarnir í steypakappingini í manshondbólti verða funnir í annaðkvøld

Hondbóltur

Sambært heimasíðuni hjá HSF skulu hálvfinalurnar spælast mikukvøldið, og talan kann her væl gerast um tættar uppgerðir.
Soleiðis spæla tey bæði oddaliðini í Atlantic Airways-kappingini, Neistin og StÍF, ímóti hvørjum øðrum. Tað gjørdu tey eisini leygardagin, tá Neistin vann tryggan sigur, men strandingar eru meira enn nakað steypaliðið í føroyskum manshondbólti, og tí vita teir í Neistanum, at teir skulu ansa sær.
Eisini spæla Kyndil og KÍF. Her hevur Kyndil havt takið á kollfirðingum í vetur, men í báðum dystunum, sum hava verið millum liðini, hevur sigurin verið sera tepur.
Í hinum báðum dystunum er talan um lið er bestu deildini móti liði úr næstbestu deildini. H71 spælir á útivølli móti næstbestu vestmenningunum, og besta liðið hjá VÍF spælir heima móti Team Klaksvík.