Fjórðingsfinalur 2. páskadag klokkan 14, 15 og 17

Annað páskakvøld vita vit hvørji fýra lið hava vunnið seg í hálvfinalurnar

2. páskadag verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið spældar.

 

In.fo og FM1 hevur verið og frittað hjá venjarum og formonnum hjá liðunum sum skulu spæla fjórðingsfinalurnar nær fjórðingsfinalurnar verða spældar, og verður skráin 2. páskadag hendan:

 

Klokkan 14: B36-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 15: Víkingur-B68

Klokkan 15: Skála-TB

Klokkan 17: HB-B71

Hálvfinalurnar verða spældar 8. mai, 9. mai, 22. mai og 23. mai. Finalan verður spæld á Tórsvølli, leygarkvøldið 21. september 2019.