Herfyri skipaði Stuðulsfelagið hjá B71 fyri eini sonevndari »steðga og vinn« kapping. Hendan varð skipað soleiðis, at ein bilur við 5 litrum av bensini í tanganum varð sendur á rundferð kring Sandsvatn. Økið kring vatnið varð so býtt í teigar, sum fólk kundu keypa, og vinnarin av bilinum var so tann, sum hevði teigin, har bilurin steðgaði.
Og einki er at ivast í, at áhugin fyri tiltakinum var stórur. Nú B71 fylti 35 ár, kundi stuðulsfelagið handað felagnum ein kekk upp á ikki minni enn 250.000 kr., og sum vera man, so eru tey í felagnum væl nøgd um hetta.
- Vit seldu 4.440 seðlar, og hartil varð so talan eisini um aðrar inntøkur av ymsum slag. Útreiðslur vóru sjálvandi eisini, men vit kunnu so í øllum førum staðfesta, at avlopið var heilt fitt, sigur Ottar Hentze, sum er formaður í Stuðulsfelagnum hjá B71.
Hann sigur, at enn er endaliga úrslitið av tiltakinum ikki heilt endaliga gjørt upp, og avlopið verður helst eitt vet størri enn kekkurin. Men sum hann sigur, so hildu tey føðingardagin hjá felagnum vera eitt hóskiligt høvi til handan av kekkinum.