Fjórðings millión ferðafólk á Suðuroyarleiðini

250.305 ferðafólk ferðaðust í 2017 við Suðuroyarleiðini hjá Strandfaraskip Landsins. Tað vísa hagtølini hjá stovninum fyri farna árið.


Talan er fyrstu ferð, at talið av ferðandi er farið upp um eina fjórðings millión. Gamla metið var frá í fjør, tá 242.338 ferðaðust á strekkinum millum Tórshavn og Krambatanga. Sostatt er talan um ein vøkstur á 7.967 ferðafólk farna árið.


Harumframt var eisini talið av akførum á farleiðini størri enn áður. Tilsamans 98.679 akfør brúktu farleiðina í 2017, meðan gamla metið frá 2016 var 91.120. Her er talan um ein vøkstur á 7.559 akfør.