Fjórðihvør 11 ára gamal verður happaður

Umfatandi føroysk kanning vísir, at 15 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum javnan verða happaðir

Kanningin vísir, at 15 prosent av næmingunum siga seg javnan verða happaðar, meðan 13 prosent siga seg hava happað onnur. Eisini vísir hon, at dreingir verða oftari happaðir enn gentur, umframt at happingartíttleikin sum heild lækkar við aldrinum.

Happingin fer í høvuðsheitum fram í skúlagarðinum í fríkortérinum, í gongini og í flokshølinum meðan undirvísing er, og tá ongin undirvísing er.

Hetta vísir umfatandi kanning um happing í fólkaskúlanum, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt fyri Mentamálaráðið.

Kanningin viðger, hvussu umfatandi happing er í føroysku skúlunum, og hvat eyðkennir hana. Kanningarhátturin, sum nýttur hevur verið, tekur støðið í teoriunum hjá norska serfrøðinginum Dan Olweus, og er altjóða góðkendur kanningarháttur, viðvíkjandi happing.

Kanningin um happing í fólkaskúlanum byggir á 1995 spurnabløð frá næmingum í 5., 7., og 9. flokki, og var svarprosentið 88 prosent.


Betri við stórum flokkum

Tølini vísa ikki, at samlaða talið av næmingum hevur ávirkan á, hvussu nógvir næmingar siga seg verða happaðir ella hava happað aðrar næmingar. Eisini vísir kanningin, at talið av næmingum, ið siga seg hava happað aðrar næmingar fellur so líðandi sum talið av næmingum pr. lærara økist. Somuleiðis vísir hon, at munur er á, hvussu nógv ella ofta gentur og dreingir eru partar av happing.

- Happingin fer í høvuðsheitum fram í skúlagarðinum í fríkorterinum, í gongini og í flokshølinum bæði meðan undirvísing er, og tá eingin undirvísing er. Teir mest nýttu hættirnir at happa eru beinleiðis happing, bæði fysisk og verbal, segði Karin Jóhanna L. Knudsen, undir framløguni í gjár. Hini, sum hava staðið fyri arbeiðinum vóru MarthaH. Mýru og Jógvan Mørkøre.


Onki friðskjól

Kanningin staðfestir eisini, at fyri nógvar av næmingunum, ið verða happaðir, er so at siga einki friðskjól.

- Vit hava kannað, um tey, sum siga seg verða happað í flokshølinum meðan eingin undirvísing var, eisini verða happað í gongini og í skúlagarðinum í fríkorterinum. Hetta siga 75% av teimum, at tey eru. Hugsast kann, at fyri onkrar næmingar, ið verða happaðir í teimum smærru skúlunum kring landið, verður støðan skerpað enn meira. Tað er millum annað, tí tey helst ikki hava nógva aðra staðir at fara – t.v.s. næmingar í øðrum flokkum, øðrum skúlum ella í umhvørvinum uttan fyri skúlan, siga granskararnir, sum staðið hava fyri arbeiðinum.


Tiltøk ongan týdning

Eisini vísir kanningin, at tað vísir seg ikki at vera nakað beinleiðis samband ímillum tal av næmingum, sum siga seg verða happaðar ella hava happað og lutfalsliga partin av teimum, ið hava luttikið í tiltøkum mótvegis happing, soleiðis at skilja, at færri næmingar verða happaðir ella hava happað á teimum skúlunum, ið hava havt átøk mótvegis happing.

- Hetta kemst kanska eisini av, at onki beinleiðis skipað tiltak hevur verið, so tað hevur verið upp til einstaka skúlan at raðfesta trivnað, og harundir eisini happing, í menningarætlan skúlans, segði Janus Jensen, undirvísingarleiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.


Liggja í niðara endanum

Samanborið við støðuna uttanlands, vísir happingarmynstrið og happingartíttleikin í Føroyum seg sum heild at líkist tí í øðrum londum. Vit síggja, at millum tey 11 ára gomlu børnini er títtleikin rættiliga stórur her hjá okkum, har vit liggja nummar átta úr botninum, burtur av 36 londum. Her sæst, at 17,6 prosent av gentunum javnan verða happaðar, meðan 24,1 prosent av dreingjunum siga seg verða happaðar javnan. Millum tey 13 ára gomlu liggja vit á einum 13 plássi úr botninum, og millum tey 15 ára gomlu eru vit á einum 12 plássi úr botninum.

Úrslitið av kanningini minnir nógv um úrslitið, sum hini norðurlondini komu til, áðrenn stig vóru tikin til at basa happingini.

Svøríki, sum hevur besta úrslitið við 4 prosentum, hevur arbeitt miðvíst við at tálma happing í 25 ár.


--



Fakta


Happing er:


Negativar og óreinar gerðir

Endurtekur seg

Ójavni í vald og styrki millum persónar