Fjórði skrokkurin sjósettur

SUPPLY-SERVICE: Hósdagin varð skrokkurin til nýggju Tórsborg sjósettur við Cemre nærhendis Istanbul. Talan er um Havyard 832 L-snið, sum skal gerast liðugt á skipasmiðju í Noregi.

Sambært Netavísini verður skrokkurin nú sleipaður til skipasmiðjuna Havyard Ship Technology AS í Leirvik í Noreg, har hann skal gerast liðugur.

Tórsborg er fjórða veitingarskipið í Havyard-sniði, sum skal latast Supply Service í Leirvík. Hetta er somuleiðis triðja skipið hjá reiðarínum, sum verður gjørt liðugt á hesi skipasmiðju. Supply Service var fyrsta reiðaríið, sum bílegði skip í nógv eftirspurda sniðnum Havyard 832.

- Skrokkurin varð sjósettur við skipasmiðjuna í Cemre á degnum, sum var ætlaður frá byrjan. Alt hevur higartil gingið eftir ætlan, siga umboð fyri skipasmiðjuna í Norra.

Í dag er sleipibátur farin undir at rigga til. M/T Spartan skal sleipað skrokkin longu leiðina til Noreg. Hann fer úr Turkalandi í morgin og verður eftir ætlan í Norra við skrokkinum miðskeiðis í januar.

Tríggir aðrir skrokkar til norsku skipasmiðjuna eru í løtuni í gerð í Cemre.

(Mynd: Tórsborg skal nú gerast liðug á norskari skipasmiðju.)