Fjórði løgmaður av Tvøroyri ?

   

Sverre Midjord
???????????????
Á móttøku, sum var á Tvøroyri fyri løgmanni Jóannes Eidesgaard, helt Sverri Midjord røðu

Harra løgmaður!
Fyrst hjartaliga tillukku og góða eydnu við hesum stóra áliti sum tú hevur fingið.
Tað er ein stór avbjóðing, tað verða ikki bara viðrák og ljósar tíðir. Rákið verður ikki altíð við. Tá er avgerandi fyri teg, at tú hevur baklandið við, ikki bara tað politiska men meira tað persónliga, og at tú hevur familjuna við tær, bæði tú og kona tín eru av góðum bergi brotin.
Tann legendariski yrkjarin Pól Johs. av Miðgerði er ættarfaðir tykkara. Miðgerð ættin er kend fyri at vera erlig, hjartalig og hjálpsom.
Poul F. sáli sigur í seinastu heilsan síni til P. M. Dam sála

Tú ofta stóð sum drangur
í ódn ?
Ein viti sum langa leið
lýsti
mót øllum á lívsins
skuggasíðu
tú hjálp og hjartalag vísti

Neyvan javngóður maður
kemur
í merkismanns sess at sita
Dam hann sum lyftir tín
mikla arv
má næstan fjøll kunna
flyta.

Eg havi lagt merki til, at tú Jóannes ofta endurgevur Oluf Palme sála, og tað er bara gott. Tú hevur Oluf Palme sum fyrimynd, eg havi P. M. Dam.
Vit byggja okkara politiska á tey og teir, sum undan fóru. Tú ert fimti, løgmaður úr Suðuroy ? fjórði á Tvøroyri ? og ikki at gloyma annar av Tippinum. Livir tú upp til teir, sum undan fóru, so fer at gangast væl.
Hjartaliga tillukku og góðan byr.