Fjórði hvør keypti eina fløgu

Tutl var umboða á Atlantic Music Event í Reykjavík av íslendska TUTL umboðnum Jens Guð og av Mr. TUTL, Kristani Blak, hesir báðir seldu 100 fløgur til tey 400 fólkini, ið vóru á AME Reykjavík. Serliga vóru tað Lena og Høgni Lisberg, ið stóðu fyri stórum parti av søluni.

Í miðal keypti fjórði hvør, ið var á konsert eina føroyska fløgu. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ segði við Sosialin, at hann var sera væl nøgdur við hesa søluna. Hann vísti á, at tað tyktist, sum um fólk høvdu dámt tónleikin væl, tá tey vildu ogna sær hann á fløgu.<BR> 
Eisini Jens Guð tyktist væl nøgdur. Hann vísti á, at hetta var bert eini partur av søluni, tí TUTL var eisini umboða á konsertunum á Grand Rock, og her vóru eisini fløgur seldar, somuleiðis hevði størsti tónleikahandilin í Reykjavík nógvan føroyskan tónleik liggjandi frammi hesa vikuna.