Fjórði hvør í Kastrup Lufthavn uppsagdur

Vegna lægri virksemi noyðist Københavns Lufthavn at siga 650 av 2600 fulltíðarstarvsfólkum úr starvi.

Fyri at laga seg til lægri virksemi fyrireika tey í Københavns Lufthavn nú at siga 650 fulltíðarsettum starvsfólkum úr starvi.

Til samanberingar hevur Københavns Lufthavn umleið 2600 fólk í fulltíðar satrvi. Harvið verða umleið ein fjórðingur teirra søgd úr starvi.

Tað upplýsir Københavns Lufthavn í tíðindaskrivi.

Sambært Thomas Woldbye, aðalstjóra í Københavns Lufthavn, hevur alheims útbrotið av koronuvirus ført við sær lægari virksemi á flogvøllinum.

Fyri at fáa búskapin at hanga saman verður flogvøllurin nú noyddur at skerja útreiðslurnar, og harvið eisini lønarútreiðslurnar.

– Tað er syrgiligt, at vit nú skulu vera færri starvsfólk í Københavns Lufthavn, sigur Thomas Woldbye.

Hann greiðir frá, at politisku hjálparpakkarnir undir koronukreppuni hava gjørt stóran mun hjá flogvøllinum.

Leingingin av lønarendurgjaldsskiopanini hevur eisini merkt, at tað skulu ikki sigast eins nógv, sum um skipanin ikki var í gildi.

–      Við gongdini í flogferðsluni mugu vit tíverri stafesta, at tað er ikki gjørligt at varðveita øll størvini, sum vóru áðrenn koronukreppuna, sigur Thomas Woldbye.

Hann upplýsir, at tey 650 størvini, sum verða niðurløgd, verða úr øllum liðum á flogvøllinum.

Tann størsti bólkurin av starvsfólki er innan security, har tey millum annað kanna viðførið hjá ferðafólki.

Eisini innan fyri ferðslu og reingerð eru nógv starvsfólk.

Í seinasta lagið síðst í august fáa starvsfólk at vita, um tey eru uppsøgd ella ikki. Vegna langar uppsagnarfreistir fara at ganga nakrir mánaðir, til tey endaliga eru søgd úr starvi.

Uppsagnirnar eru fráboðaðar í sambandi við hálvársroknskapin hjá flogvøllinum, sum vísir eitt hall upp á 178 milliónir krónur.

Hallið er eitt úrslit av munandi minni inntøkum, tí so nógv færri fólk hava ferðast um flogvøllin.

Fyrra hálvaár 2020 er eitt sindur meira enn fimm milliónir farin gjøgnum terminalarnar í Københavns Lufthavn.

Tað er 65,2 prosent lægri enn fyrru hálvu í 2019, tá ferðafólkatalið var 14,4 milliónir.

/ritzau/