Fjórði hvør í heiminum kann bíða eftir koppseting til 2022

Av tí at tey ríku londini hava lagt hald á tað besta koppingarevnið, mugu nógv onnur bíða leingi, siga granskarar.

Næstan ein av hvørjum fýra í heiminum kann vænta sær at bíða eftir at verða koppsettur ímóti covid-19 til 2022.

Tað er tí, at tey ríku londini, sum fevna um færri enn 15 prosent av heimsins íbúgvum, hava bílagt sær 51 prosent av skamtunum av teimum mest lovandi koppingarevnunum.

Lág- og miðalinntøkulond, har 85 prosent av heimsins borgarum búgva, skulu býta restina sínamillum.

Tað upplýsa granskarar frá Johns Hopkins Bloomberg School of Public Health í Baltimore í Maryland í USA.

Sambært granskarunum krevur eitt stríð, sum ger mun ímóti farsóttini, at háinntøkulond »verða við í einum rættvísum býti av covid-19 koppingarevni kring allan heimin«.

– Óvissan kring altjóða atgongdina til covid-19 koppingarevni snýr seg ikki bara um tær kanningar, sum nú verða gjørdar, men eisini um, at stjórnir og koppingarevnisframleiðarar ikki hava havt nóg gott gjøgnumskygni og víst ábyrgd í mun til hesar avtalur, skriva granskararnir.

/ritzau/Reuters