Fjórði bilurin náddi ikki at steðga

Vantandi frástøða var orsøkin til ferðsluóhappið í Kollfjarðardali í gjárkvøldið.

Ferðsluóhappið í gjár var eitt úrslit av, at ein bilførari helt manglandi frástøðu til bilin framman fyri.

 

Løgreglan minnir enn einaferð á bilførarar, um at halda frástøðu til bilin framman fyri. Hetta hendir í kjalarvørrinum av ferðsluóhappinum, sum var í Kollfjarðardali í gjárkvøldið. Tríggir bilar stoyttu saman í einum harmonikusamanstoyti.

 

Sambært vakthavandi hendi óhappið, tá ein seyður leyp út á vegin. Fremsti bilurin bremsaði fyri seyðinum, og koyrdi víðari uttan nakað hóvasták. Av løgreglustøðini verður sagt, at hesin als ikki visti nakað um harmonikusamanstoytin, sum hendi aftan fyri seg.

 

- Næsti bilurin megnar at bremsa, tað ger triðji bilurin eisini, men tann fjórði rendi upp í afturpartin á triðja bilinum, sum síðani bleiv kroystur upp í annan bilin, sigur vakthavandi.

 

- Fjórði bilurin náddi ikki at steðga, tí at hann ikki helt frástøðu til triðja bilin, sigur vakthavandi, sum heldur tað vera heilt burtur við at skylda upp á seyðin í eini slíkari støðu.

 

Meginreglan er, at tú skalt megna at steðga fyri eini hvørjari forðing, sum kundi komið út á vegin. Júst hvussu stór frástøðan skal vera, eigur til at tillagast eftir umstøðunum, hámarksferðini og veðrinum.