Í fjør bóðu 144 fólk um hjálp

Hesi seinastu árini eru tað eisini alsamt fleiri menn, sum biðja um hjálp frá Kris

 

Í fjør fekk Hagtølini fyri  árið 2019 vísa, at í alt 144 menniskju hava vent sær til KRIS í fjør.

Kris er ein hjálparfelagsskapur, sum hjálpir fólki, ið hava verið fyri kynsligum ágangi.

Og nú tey hava gjørt støðuna upp, vísa tølini, at í fjør fingu tey 144 áheitanir frá fólki, sum bóðu um hjálp.

Tað eru 35 áheitanir fleiri enn tey fingu í 2018. Í 2017 vóru tað 139 fólk, ið søktu sær hjálp hjá Kris.

Av teimum, sum vendu sær til Kris í fjør, vóru 29 prosent frá monnum og 71 prosent frá kvinnum.

Kris sigur, at seinastu árini eru tað eisini alsamt fleiri menn, sum venda sær til Kris fyri at biðja um hjálp.

Tey halda, at ein orsøk til tað kann vera, at hesa seinastu tíðina hava tey gjørt meiri burtur úr at venda sær til menn og í hesum sambandi hava tey havt fleiri tiltøk, har menn hava greitt frá, hvussu teir hava verið fyri kynsligum ágangi, tá ið teir vóru smádreingir. 

Kris vendir sær til fólk, sum eru myndug, ella eru yvir 18 ár. Men tað hendir seg meiri enn so, at ung, sum eru yngri enn 18 ár, venda sær til felagsskapin at biðja um hjálp. Í slíkum førum verða áheitanirnar sendar víðari til avvarðandi myndugleikar, eitt nú Barnahúsið.