Fjórða statsvaldið raðfest á bonkin

Høgni Djurhuus
____

Navni mín Hoydal skrivaði herfyri um lógirnar hjá Margretu, Andersi og Jóannesi. Hann heldur, at fjølmiðlarnir í Føroyum lýstu ikki nóg væl avleiðingarnar av lógunum og veruligu ætlanina við teimum.
Hann kom eisini við pástandinum um, at fjølmiðlarnir í Føroyum eru ikki nóg væl fyri fíggjarliga til at fara niður á botn í nøkrum máli:
Høvuðsorsøkin til, at fjølmiðlarnir ikki veruliga fáa røkt sína uppgávu sum vaktarhundur, er sjálvandi vantandi peningaliga orkan til journalistiskt arbeiði.
Høgni Hoydal er ikki tann fyrsti, sum kemur við hesum pástandi. Heldur ikki tann seinasti.
Tíverri, tí pástandurin er burturvið. Orsøkin til, at føroysku fjølmiðlarnir gera ikki skyldu sína sum vaktarhundur, sum fjórða statsvaldið, er ikki pengar. Orsøkin er raðfesting og einki annað.
Søgdu leiðslurnar á fjølmiðlunum sum so, at nú fara vit at gera okkara skyldu, vit fara at grava, kanna og avdúka, so ber eisini til at finna pengarnar. Tí pengar eru.
Men soleiðis raðfesta føroyskir fjølmiðlar ikki. Hvørja ferð A-landsliðið í fótbólti fer av landinum at tapa fara minst tíggju fjølmiðlafólk við og eru burturi í eina viku. Nú eru Oyggjaleikir. Ein riðil av føroyskum eru í Hetlandi. Tað er bara ein sjálvfylgja. Eingin tosar um pengar, eingin spyr um pengar. Og tann, sum spyr, fær einki svar.
Prix Føroyar, stevnur, festivalar, ítróttur. Tá er eingin vantandi peningalig orka hjá fjølmiðlunum.
Altso: leiðslurnar hjá føroyskum fjølmiðlum raðfesta undirhald fram um avdúkandi journalistikk. Hann er raðfestur á bonkin.
Latið okkum eina ferð fyri allar jarða handan pástandin um, at føroyskir fjølmiðlar hava ikki ráð til at vera fjórða statsvaldið og vaktarhundur. Teir hava ráð, bara teir raðfesta øðrvísi enn teir gera nú.