Fjórða plássið er góðkent hjá Giza-Hoyvík

(Ljóðsamrøða) Hoyr formannin hjá Giza-Hoyvík taka samanum kappingarárið hjá felagnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu in.fo/Rás2 hevur gjørt formannin í Giza-Hoyvík, Kenneth Hovgaard.

 

Kenneth Hovgaard er nøgdur við, at besta liðið hjá felagnum gjørdist nummar fýra í 1. deild, sum Kenneth Hovgaard heldur er góðkent fyri ein uppflytara. 

 

Giza-Hoyvík gongur spennandi tíðum á møti, har tey komandi summar loksins fara at hava heimavøll uppi í Hoyvík, sum fer at geva felagnum vakstrarmøguleikar. Tó hava tey ikki bara siti og bíða eftir betraðum umstøðum, men hava spakuliga bygt uppá, og Kenneth Hovgaard fegnast eisini um tilgongdina og úrslitini í teimum yngru deildunum.

 

Í næstbestu deildini verður málið at gera tað enn betur komandi kappingarár.