Pál Joensen megnaði í gjár at vinna sær enn eitt fjórðapláss í altjóða kapping, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon svam 1500 metra frísvimjing uppá 15:19.66, skrivar svimjing.com. Japanski Ayatsugu Hirai vann við tíðini 15:02.51, ukrainski Sergiy Frolov vann silvur við 15:13.58 og franski Anthony Pannier bronsu við 15:16.77. Splitt-tíðirnar benda á at Pál helt fast í taktikkinum at leggja hart út, har japanin so svaraði aftur longu eftir 150 metrum, og hinir so hingu í teimum báðum oddafiskunum. Pannier dróg framum Pál tá ið teir høvdu svomið 550 metrar, og Frolov tá ið teir høvdu svomið umleið 1000 metrar, skrivar svimjing.com at enda.