Fjórða krimibókin hjá Isaksen útkomin

Nú er fjórða krimiskaldsøgan hjá Jógvani Isaksen um blaðmannin, Hannis Martinsson, komin út. Bókin hevur heitið »Adventus Domini« Jógvan Isaksen er aftur á gøtuni við nýggjari krimiskaldsøgu, sum kallast »Adventus Domini«. Eins og hinar tríggjar snýr fjórða bókin seg um blaðmannin, Hannis Martinsson.

»Tað lak út úr hálsinum á tí høvuðleysa manninum. Tað vínreyða teppi framman fyri seingina var druknað í blóði, sum somuleiðis hevði sprænt út á veggin yvirav. Annars sá kamarið á hotellinum í Miðbýnum í Havn stak friðarligt út. Her hevði greidliga eingin bardagi verið. Bara ein avrætting.« er eitt av brotunum í bókini.

Eitt annað brot ljóðar soleiðis:

»Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin er komin til Føroya og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum. Træðrir eru aftur til krossriddararnar á Rhodos í 16. øld og til S/S Sauternes, sum sakk í fugloyarfirði í desember 1941. Múrurin í Kirkjubø hevur somuleiðis ein leiklut«.

Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, ið gevur »Adventus Domini« út. Føroyaprent hevur lagt til rættis, prentað og bundið inn. Bókin er 253 blaðsíður og kostar 260 krónur.