Fjórða hvørt ungfólk í ES arbeiðsleyst

Nýggj hagtøl vísa, at næstan fjórði hvør ES-búgvi niðan fyri 25 ár er arbeiðsleysur, og at í teimum suðurevropeisku londunum eru munandi fleiri, sum einki hava at gera. Í Italia togar ungdómsarbeiðsloysið nú í 40 prosent, og í Grikkalandi er tað næstan 60 prosent.

Í ES sum heild eru 26,2 milliónir arbeiðsleys, og í evruøkinum hava 12 prosent einki arbeiði.

-Hetta er sera álvarssamt. Tað eru tey ungu, sum eru offur fyri kreppuni, og vit mugu gera alt, sum gerast kann, fyri at forða fyri, at vit missa eitt heilt ættarlið niður ímillum, sigur ES-nevndarformaðurin, José Manuel Barroso, við Politiken í dag.

Barroso sigur, at fimm ár við búskaparligari kreppu og stórum sparingum hava koyrt so nógv fólk í Evropa út í arbeiðsloysi, at ES noyðist at broyta kós, skal eitt heilt ættarlið ikki detta niður ímillum.

Spurningurin um tað ovurstóra ungdómsarbeiðsloysið verður eitt av evnunum, tá ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum fara á búskapartoppfund í dag. Men politiskir eygleiðarar vænta ikki, at nakað nýtt uppskot kemur um at fáa tey ungu aftur til arbeiðis.